Landshandilin

Stuðulsumsóknir


Vit í Landshandlinum seta av eina ávísa upphædd hvørt ár til stuðul av ymsum slagi, tí vit meta tað umráðandi, at hjálpa og stuðla eftir førimuni. Men fyri okkum í Landshandlinum er tað eisini umráðandi, at stuðulssamstarvið kemur báðum pørtum til góðar, og tí ynskja vit at allar umsóknir um stuðul verða sendar okkum umvegis teldupost – info@landshandilin.fo - og lýsa hesi viðurskiftini:

 

  • Navn á felagsskapi/felagi
  • Navn, teldupostur og telefonnummar á kontaktpersóni
  • Stutt lýsing av, hvat stuðulin skal nýtast til, og hvønn ágóða tit fáa
  • Stutt lýsing av, hvønn ágóða Landshandilin fær av veitta stuðulinum
  • Nær skal stuðulin nýtast?
  • Hvussu ynskja tit, at vit stuðla tykkum?

 

Stuðulsumsóknirnar mugu vera okkum í hendi ein mánaða áðrenn stuðulin skal nýtast, og vit viðgerða stuðulsumsóknir umleið eina ferð um mánaðin. Stuðulsumsóknir verða tó ikki viðgjørdar í summar- og jólafrítíðini.

Vit tilskila okkum rættin at avgera fult og heilt, hvørjar umsóknir verða gingnar á møti og ikki, tí vit megna tíverri ikki at stuðla øllum, sum søkja. Øll fáa skrivligt svar, tá ið umsóknin er viðgjørd.

Sum meginregla stuðla vit ikki: náms- og uttanlandaferðum, bóka- og fløguútgávum og almennum/kommunalum tiltøkum.   

Bústaður

Akranesgøta 11, 110 Tórshavn, Faroe Islands

Telefon & Fax

Telefon : +298 31 13 85
Fax : +298 31 35 56

Teldupostur

info@landshandilin.fo

Social