Landshandilin

Stuðul

Vit í Landshandlinum seta av eina ávísa upphædd hvørt ár til stuðul av ymsum slagi, tí vit meta tað umráðandi, at hjálpa og stuðla eftir førimuni. Men fyri okkum í Landshandlinum er tað eisini umráðandi, at stuðulssamstarvið kemur báðum pørtum til góðar, og tí ynskja vit at allar umsóknir um stuðul verða sendar okkum umvegis heimasíðuna

Stuðulsumsóknirnar skulu vera okkum í hendi ein mánaða áðrenn stuðulin skal nýtast, og vit viðgerða stuðulsumsóknir umleið eina ferð um mánaðin. Stuðulsumsóknir verða tó ikki viðgjørdar í summar- og jólafrítíðini.

Vit tilskila okkum rættin at avgera fult og heilt, hvørjar umsóknir verða gingnar á møti og ikki, tí vit megna tíverri ikki at stuðla øllum, sum søkja. Øll fáa skrivligt svar, tá ið umsóknin er viðgjørd.

 

 

Bústaður

Akranesgøta 11, 110 Tórshavn, Faroe Islands

Telefon & Fax

Telefon : +298 31 13 85
Fax : +298 31 35 56

Teldupostur

info@landshandilin.fo

Social