Kunning um dátuvernd
Henda dátuverndarkunning er galdandi fyri viðgerð av persónsupplýsingum hjá P/f Landshandlinum í Føroyum.
1. Dátuábyrgdari
P/F Landshandilin
Skrásetingarnr.: 840
Akranesgøta 11
Postrúm 17
FO 100 Tórshavn
Tel +298 311385
Teldupostur info@landshandilin.fo
Landshandilin leggur stóran dent á, at persónsupplýsingar einans verða viðgjørdir, um hetta er viðkomandi og neyðugt í mun til endamálið. Upplýsingarnar verða viðgjørdar lógliga, rímiliga og á ein gjøgnumskygdan og sakligan hátt.
Á Landshandlinum viðgera vit persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at útinna okkara virksemi, og at gera og halda avtalur um tænastur og veitingar.
Hendan kunningin um dátuvernd tilskilar, hvussu Landshandilin viðger persónupplýsingar um teg, og hvørji rættindi tú hevur.
Kunningin er galdandi fyri likamligar persónar, sum sjálvir eru kundar ella hava tilknýti til kunda hjá Landshandlinum. Hetta kann t.d. vera tí tú hevur rætt at binda eitt felag, er veruligur eigari, stjóri, nevndarlimur, starvsfólk v.m., ella á annan hátt hevur tilknýti til kunda hjá Landshandlinum.
2. Hvørjar persónupplýsingar viðgerð Landshandilin?
Landshandilin viðger vanligar persónupplýsingar, so sum navn, bústað, teldupostbústað, telefonnummar, føðingardag, yrki, p-tal, skuld, kontonummar, o.l.
Landshandilin viðgerð ikki viðkvæmar persónupplýsingar, so sum:
- húðarlit, ættarslag ella etniskan uppruna
- átrúnaðarlig, heimspekilig ella politisk sannføring
- ílegu- og biometriskar dátur við endamáli at eyðmerkja ein persón og revsiverd viðurskifti
- kynslig viðurskifti
- revsiverd viðurskifti
- heilsustøða
- munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.
Tó viðgerð Landshandilin yrkisfelagsligt tilknýti í samband við starvsfólkaviðurskifti, harímillum setanir, lønarflytingar v.m.
3. Hví viðger Landshandilin persónupplýsingar?
3.1. Yvirskipað
Landshandilin er ein heilsøla, hvørs virksemi er skipað sum partafelag.
Endamál felagsins er at reka handil, tænastur og annað í hesum sambandi.
Fyri at røkka omanfyrinevndu endamálum, er neyðugt hjá Landshandlinum at viðgera persónupplýsingar.
Umframt omanfyrinevndu uppgávur, viðger Landshandilin eisini ávísar persónupplýsingar í sambandi við umsiting av felagnum, starvsfólkum, og heimasíðuni.
Endamálini við viðgerðini hjá Landshandlinum eru hesi:
3.2 Tá tú vitjar á høvuðsskrivstovu okkara
Keypir tú á høvuðsskrivstovu okkara, viðgerða vit persónupplýsingar til tess at:
- Vátta tína bílegging;
- Avgreiða tína bílegging og veita tænastuna ella vøruna, um tú ikki sjálvur heintar hana;
- Krevja gjald fyri vøruna ella tænastuna; og
- Í viðkomandi førum, endurgjalda ella kreditera keypsupphæddina
Til nevnda endamálið viðgerða vit upplýsingar um teg, ið tú letur okkum í samband við keypi, harímillum navn, bústað, teldupostbústað og gjaldskortsupplýsingar.
Grundarlagið fyri viðgerðini av tínum upplýsingum er tann avtalan, ið vit gera við teg, tá tú keypir á høvuðsskrivstovu okkara, sbrt. dátuverndarlógini § 8, stk. 1, nr. 2.
3.3 Tá tú keypir í okkara nethandli
Keypir tú í nethandlinum hjá Landshandlinum, viðgera vit tínar upplýsingar til tess at:
- Vátta tína bílegging;
- Avgreiða tína bílegging og veita tænastuna ella vøruna, um tú ikki sjálvur heintar hana;
- Krevja gjald fyri vøruna ella tænastuna; og
- Í viðkomandi førum, endurgjalda ella kreditera keypsupphæddina
Harumframt viðgera vit upplýsingar tínar til tess at fáa hagtøl um netkundar, sum kann brúkast til at menna og betra okkara handlar, vørur og tænastur.
Til nevnda endamálið viðgera vit upplýsingar um teg, ið tú letur okkum í samband við keypi, harímillum navn, bústað, teldupostbústað, telefonnummar, og gjaldskortsupplýsingar og møguligar viðmerkingar til útberingina, og, um neyðugt, tína keypssøguligu skrá.
Upplýsingar um gjaldskort verða goymdar í tryggum umhvørvi hjá okkara góðkenda samstarvsfelaga.
Í onkrum førum lata vit tínar upplýsingar víðari til flutningsfyritøkur ella veitarar, sum skulu avhenda vøruna á avhendingarstaðnum, um vit ikki sjálvi gera hetta.
Grundarlagið fyri viðgerðini av tínum upplýsingum, undir hesum eisini latan av upplýsingum til flutningsfyritøku ella veitarar, er avtalan millum Landshandilin og teg, ið verður gjørd tá ið tú keypir í okkara nethandli, sbrt. dátuverndarlógini § 8, stk. 1, nr. 2.
3.4 Brúkarakonto/debitorkundi
Stovnar tú eina brúkarakonto í sambandi við keyp, harímillum eisini keyp á nethandli okkara, viðgera vit tínar upplýsingar til tess at umsita tína brúkarakonto.
Til omanfyri nevnda endamál viðgera vit hesar upplýsingar um teg:
- upplýsingar, ið tú gevur í sambandi við títt keyp, herundir navn, bústað, teldupostadressu, telefonnummar, upplýsingar um gjaldskort og møguligar viðmerkingar til avhendingina;
- tína keypssøguligu skrá;
- brúkaranavn og loyniorð;
- kundanummar.
Upplýsingar um gjaldskort og loyniorð verða varðveitt í tryggum umhvørvi.
Lógargrundarlagið fyri viðgerini av tínum upplýsingum er tann avtala, vit hava við teg, tá ið tú keypir í okkara nethandli, sambært dátuverndarlógini § 8, stk. 1, nr. 2, og okkara lógligi áhugi í at umsita tína brúkarakonto, sambært dátuverndarlógini § 8, stk. 1, nr. 6.
3.5 Tá tú vitjar heimasíður og sosialar miðlar
3.5.1 Heimasíðan hjá Landshandlinum
Vitjar tú www.landshandilin.fo, viðgera vit upplýsingar tínar við farsporum (cookies).
Hetta til tess at kenna tína eind aftur, tryggja funktiónir á heimasíðuni, útvega hagtøl um nýtslu tína av síðunum, betra um brúkaraupplivingina, skapa persónligt innihald, gera marknaðaranalysur og málrætta okkara marknaðarføring til tín (profilering).
Til omanfyri nevnda endamál viðgera vit hesar upplýsingar um teg:
- títt cookie-ID;
- browsarslag;
- eindarslag/-ID (herundir málsstilling, IP-adressa, netverksstaðseting);
- tín leiti- og klikkháttur, yndisstillingar og val;
- upplýsingar savnaðar við farsporum í tann mun, tú hevur givið samtykki til nýtslu av farsporum til hagtøl og marknaðarføring
Í farsporstillingunum á heimasíðu okkara gevur tú samtykki til tey farspor, ið kunnu setast á útgerð tína.
Lógargrundarlagið fyri viðgerðini er títt samtykki, sambært dátuverndarlógini, § 8, stk. 1, nr. 1, og okkara lógliga áhugi í at menna okkara heimasíður, sambært dátuverndarlógini, § 8, stk. 1, nr. 6. Tú kann, til eina og hvørja tíð, taka samtykkið aftur.
Upplýsingar, sum eru savnaðar við farsporum, verða strikaðar sambært reglum í okkara farsporpolitikki.
Tú kanst taka aftur samtykki títt til innsavnan av farsporum á okkara heimasíðu við at trýsta á farsporfunkuna í vinstra horni, niðast á síðuni, og sløkkja funkuna „Hagfrøðilig“.
Tú kanst tó ikki velja farspor frá, sum eru neyðugar fyri grundleggjandi funktiónir á síðuni.
Tá ið tú hevur afturkallað títt samtykki til farspor, steðga vit savningini av upplýsingum frá teimum farsporum, ið vit hava sett á eind tína.
3.5.2 Sosialir miðlar hjá Landshandlinum
Vitjar tú Landshandilin-profilar á sosialum miðlum (Facebook, Instagram, LinkedIn, Trustpilot, Google, YouTube og TikTok), viðgera vit upplýsingar um teg til tess at marknaðarføra Landshandilin á viðkomandi pallinum, svara fyrispurningum og viðmerkingum tínum, og til tess at fyriskipa kappingum.
Til omanfyri nevnda endamál viðgera vit hesar upplýsingar um teg:
- upplýsingar, tú hevur givið okkum um tín brúkaravanga
- reaktiónir til okkara uppsløg, og um tú deilir okkara uppsløg
- viðmerkingar tínar til okkara uppsløg, og møguligu beinleiðis skrivligu boð tíni
Lógargrundarlagið fyri viðgerðini av tínum upplýsingum er okkara lógliga áhugi í at samskifta á sosialum miðlum, sambært dátuverndarlógini, § 8, stk. 1, nr. 6.
Um tú skrivar til okkara á sosialu miðlunum, kunnu vit ikki kryptera, verja, rætta ella strika tínar upplýsingar.
Upplýsingar, sum tú leggur á okkara sosialu miðlar, verða sum útgangsstøði verandi sum ein partur av síðunnar søgu, uttan so at tú sjálv/ur strikar tær.
Vit mæla til, at tú ikki gevur trúnaðarupplýsingar, ella at tú nýtir samskiftismøguleikar okkara, tá hetta er viðkomandi.
3.5.3 Tá ið tú luttekur í kappingum
Landshandilin skipar fyri kappingum á sosialum miðlum.
Um tú luttekur í kappingunum, viðgera vit persónsupplýsingar tínar til tess at velja vinnarar, samskifta við teg um kappingina, ið tú hevur luttikið í, og til tess at seta okkum í samband við teg viðvíkjandi møguligum vinningum.
Til omanfyri nevnda endamál viðgera vit tær upplýsingar, tú gav, tá ið tú luttók í kappingini.
Í viðkomandi føri lata vit eisini samskiftisupplýsingar tínar til veitaran av einum vinningi, so vinningurin kann sendast beinleiðis til tín.
Lógargrundarlagið fyri viðgerðini av tínum upplýsingum er okkara lógligi áhugi í fyriskipan av kappingum, sbrt. dátuverndarlógini, § 8, stk. 1, nr. 6.
Nøvnini hjá vinnarunum almannakunngera vit vanliga á okkara síðu á viðkomandi pallinum í seks mánaðir sambært okkara almennu kappingartreytum. Aftaná hetta verða upplýsingarnir strikaðar.
3.5.4 Tá tú hevur samband við okkara høvuðsskrivstovu ella eitt av okkara feløgum
Tá tú setur teg í samband við okkum skrivliga ella um telefon, t.d. gjøgnum okkara kundatænastu, til tess at seta spurningar, gera viðmerkingar, kæra um eina vøru ella tænastu, seta fram eitt krav ella brúka tíni rættindi viðvíkjandi dátuvernd, viðgera vit tínar upplýsingar.
Hetta til tess at handfara og svara tínum fyrispurningi, og viðgera tey viðurskifti, ið fyrispurningur tín snýr seg um.
Til omanfyri nevnda endamál viðgera vit tær upplýsingar, ið tú gevur í sambandi við títt samskifti, harímillum vanliga navn og samskiftisupplýsingar.
Vit lata í onkrum førum tínar upplýsingar til ta deild í Landshandlinum, sum tín fyrispurningur viðvíkir.
Í ávísum førum lata vit tínar upplýsingar til okkara ráðgevar, t.d. løgfrøðingar ella aðrar ráðgevar, sum umboða okkum. Um vit lata tínar upplýsingar til aðrar uttanhýsis partar, t.d. framleiðarar, innheinta vit títt samtykki til hetta.
3.5.5 Tá tú søkir starv hjá okkum
Tá vit søkja eftir starvsfólki umvegis egnar ella uttanhýsis miðlar, ella tá vit á annan hátt móttaka umsóknir um starv, viðgera vit persónupplýsingar, ið verða latnar okkum.
Hetta til tess at meta um førleikarnar hjá umsøkjara, ið kann føra til eitt starv hjá okkum.
Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, sum umsøkjarin sendir okkum, harímillum:
- Navn;
- Samskiftisupplýsingar;
- Bústað;
- Lívsrensl;
- Próvtøl;
- Myndir;
- aðrar upplýsingar, umsøkjarin velur at lata okkum.
Hesir upplýsingar kunnu eisini fevna um persónupplýsingar um annan triðjapersón, um tað verður latið okkum sum partur av setanartilgongdini.
Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál at viðgera og meta um umsóknirnar, umframt at skipa setanartilgongdina og tryggja okkum nøktandi arbeiðsorku til virksemi okkara.
Vit varðveita móttiknar umsóknir og annað tilfar frá setanartilgongdini, inntil setanartilgongdin er av og upp til 6 mánaðir aftaná móttøku.
Ávísir persónupplýsingar hjá teimum, sum verða sett í starv, verða varðveittar yvir alla starvstíðina hjá viðkomandi.
3.5.6 Annað
Umframt omanfyri nevnda kunnu vit í summum førum viðgera tínar upplýsingar, harímillum lata tínar upplýsingar víðari, til tess at umsita og útinna okkara rættarligu skyldur sambært lóg ella kunngerð, altjóða reglum og fyriskipanum frá almennum myndugleikum og dómstólum.
Vit hava t.d. skyldur sambært bókhaldslógini, og hava í summum førum skyldu at lata upplýsingar til viðkomandi myndugleikar, sum t.d. TAKS, Dátueftirlitið ella dómsvaldið.
Lógargrundarlagið fyri viðgerðini av tínum upplýsingum er okkara rættarliga skylda ella samfelagsáhugamál, sbrt. dátuverndarlógini, § 8, stk. 1, nr. 3) og 5).
Harumframt kunnu vit í onkrum førum viðgera tínar upplýsingar, harímillum lata tínar upplýsingar víðari til t.d. grannskoðarar, advokatar ella aðrar ráðgevar, sum umboða okkum í sambandi við eina ávísa ósemju ella eitt gjaldskrav.
Lógargrundarlagið fyri viðgerðini av tínum upplýsingum er okkara heimilaði áhugi í at innheinta skuld ella verja okkum, t.d. í sambandi við eitt rættarkrav ella kærumál, sbrt. dátuverndarlógini, § 8, stk. 1, nr. 6. Vit goyma og viðgera tínar upplýsingar, til kravið, kæran ella ósemjan er endaliga avgreitt.
4. Hvaðani hava tínar persónsupplýsingar
Sum meginregla viðgera vit bert persónsupplýsingar, sum vit hava fingið frá tær.
5. Goymsla og strikan
Í einstøku brotunum er lýst, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar.
Um tað ikki frammanundan kann tilskilast, hvussu leingi vit viðgera upplýsingar, leggja vit dent á, hvussu leingi tað er neyðugt at útinna endamálið við viðgerðini.
Hetta merkir, at vit goyma tínar upplýsingar í tí tíðarskeiði, ið vit:
- Hava skyldu, sbrt. viðkomandi lóggávu;
- viðgera tín fyrispurning;
- kunnu móttaka eitt krav, harímillum eitt nú endurgjaldskrav;
- hava tørv á upplýsingunum til skjalprógvan;
- hava annað sakligt endamál við goymsluni.
6. Nýtsla av dátaviðgerðum v.m.
6.1 At lata upplýsingar víðari
Vit lata ikki tínar persónsupplýsingar víðari til onnur, uttan so, at tú hevur givið samtykki til tað, ella at vit vegna lóggávu, myndugleikaútinnan ella rættarkrøv hava skyldu at lata tínar upplýsingar.
6.2 Nýtsla av dátaviðgerðum
Tínar upplýsingar verða í onkrum førum latin til dátaviðgerðar, sum viðgera upplýsingarnar okkara vegna og undir okkara leiðbeining.
Vit hava gjørt dátaviðgerðarsáttmálar við okkara dátaviðgerðarar.
Vit nýta dátaviðgerðarar í sambandi við m.a.:
- viðgerð av netbíleggingum;
- tekniska rakstur, hosting og menning av skipanum;
- gjaldsflytingar og tryggja goymslu av gjaldskortupplýsingum;
- goymslu av kvittanum;
- hagtøl og betran av okkara online-marknaðarføring;
- fyrisiting av kappingum og brúkarakanningum.
7. Tíni rættindi
Sambært Dátuverndarlógini, kapittul 4, hevur tú ávís rættindi í sambandi við okkara viðger av tínum persónupplýsingum. Tú hevur eitt nú rætt til kunning um endamálið við viðgerðini. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við Landshandilin. Nærri upplýsingar um dátuvernd eru at finna á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo
Rætturin til innlit:
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
Rætturin til rætting:
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
Rætturin til strikan:
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.
Rætturin til viðgerðaravmarking:
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir sum útgangsstøði bert goyma persónsupplýsingarnar.
Rætturin til dátuflutning:
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónsupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónsupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
Rætturin til mótmæli:
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Rætturin til ikki at vera fyri individuellari avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð.
Umbønin verður svarað skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er móttikin. Um serstøk viðurskifti so sum nøgd og torgreini gera, at tað er ógjørligt at svara umbønini innan 4 vikur, kann tíðarskeiðið leingjast við 8 vikum.
Tú fært serstøk boð frá okkum, um freistin verður longd, og tá umbønin er svarað.
8. Rætturin til at klaga
Um tú ert ónøgd/ur við, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar, og úrslitið av áheitan tíni til okkara ikki var nøktandi, kanst tú kæra til Dátueftirlitið:
Dátueftirlitið
Teldupostur: dat@dat.fo
Reyngøta 33
FO-600 Saltangará
Tlf.: +298 309 101